Verdur, verdur, verdur prís og allan heiður

Reginald HeberJohn Bacchus DykesVictor Danielsen
Orð: Reginald Heber
Lag: John Bacchus Dykes, A. Stone
Týtt: Victor Danielsen

1. Verdur, verdur, verdur prís og allan heiður,
tú, Guds Sonur, verdur ert, tú eigur æruna!
Vit tær fram nú bera tøkkina, tú eigur,
fyri alt títt verk, tín stóra kærleika.

2. Verdigt, verdigt, verdigt – Lambið, sum er slaktað,
verdigt er til lov og prís, tilbiðjan, heiður, makt!
Her á fold var navn títt vanvirt, lítið aktað,
nú er alt tær, áh, Harri, undirlagt!

3. Verdur, verdur verdur tú, sum heimin skapti!
Okkum aftur hevur keypt til Gud títt dýra blóð;
tú sum offur doyði fyri tey fortaptu,
til frelsu fyri okkum upp tú stóð.

4. Eina tú ert verdur! Vit í støvið falla,
kasta okkum niður her, áh, Harri, fyri tær!
Tína samkomu tú skjótt nú savnar alla;
Lambið er verdigt! øll vit syngja har.

FavoriteLoadingGoym tekstin