Vestan fyri Mykines

Orð: Marita og Jóannes Dalsgarð
Lag: Kristian Blak

1. Vestan fyri Mykines,
har flýgur ein vøkur súla,
sveimar yvir hav og fles,
meðan børnini eru í skúla.

2. Tá ið hon sær eina sild,
hon stoytir seg undir kav
flýgur við henni í búkinum,
yvir tað bláa hav.

3. Tá hon móð at flúgva er,
til ungan hon kemur heim,
setir seg á rókina,
so hvít og fín og rein.

FavoriteLoadingGoym tekstin