Vestfallsbroddur

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Leifur Tróndarson

1. Sjáldsamt tað ljóðar á nátt,
tað er vestfalsbroddur, ið kvøður,
meðan hann ringir seg kring um tangar,
drangar og nøvur,
stevnir so fram við rúkandi ferð yvir
vaggandi vaðið.
Blásandi hvalur við jaðarin liggur og
lýðir á kvæðið.

2. Vestfalsbroddurin kvøður um teir,
sum á havinum fórust,
kvøður um sprek av førum,
sum víða á bárunum bórust,
kvøður um menn, sum strembaðu á,
til tess árarnar stukku,
kvøður um ódn, tá í ýlandi íðu
bátarnir sukku.

3. Hoyri eg eisini kvøði um teir,
sum á bunkanum stóðu
og stýrdu skipinum inn millum sker,
sum í brimroki vóðu;
kvæði um teir, sum trygt teirra lív
upp í Harrans hond góvu,
strevaðust fyri tað dagliga breyð og um
signing Guds bóðu.

4. Vestfalsbroddurin kvøður um brimið,
sum bergini randar;
kvøður um váða og neyð og harðar
nívandi vandar;
tykist tó siga, í svartasta dimmi úr neyð
birtist glæman:
Hyggið, um Føroyaland alt taka sjólátnir
hendurnar saman!

FavoriteLoadingGoym tekstin