Vestmannakvøða

Orð og lag: Martin Joensen
Viðmerking: Yrktur í 1993 eftir áheitan frá Vestmanna sangkóri.

1. Komu tey ein kaldan heystardag
av havinum og nomu hendan stað.
Tey funnu trygga havn,
og góvu tær títt navn,
favnur tín var opin Vestmanna.

2. Garðar festu rót í tíni jørð,
knørrar fluttu fólk um fagran fjørð.
Tú hoyrdi børn so kát
og sáran kvinnugrát.
Sorg við látur skifti, Vestmanna.

3. Av Heyganesi komu tey hvønn dag
í brøttum brekkum, seigt er gongulag.
– Tit eru henda bygd,
tit vilja henni trygd:
Verji tíni virði, Vestmanna.

4. Øldir brutu yvir Fjarðasand.
Fossá kveikti ljós í Føroya land.
Tín máltráður um fjøll
bar boð í hvørja Høll:
Nýggjar tíðir yvir Vestmanna.

5. Djúp sum Heljareyga er tín sál,
í takksemi eg drekki tína skál.
Tú kennir tíni børn,
– í lýðku sum í ódn
verð í mínum hjarta, Vestmanna.

FavoriteLoadingGoym tekstin