Vetrarkærleiki

Orð: Eivin Simonsen

Nú teir summarkátu dagar
eru farnir, lýkkan við,
kuldin herjar oyggjarnar,
fleiri kuldastig,
vit bæði mugu royna
at klára veturin sum best,
til vit síggja vársins fyrsta gest.

Og tá toran fer at ganga,
kanst tú halda fast um meg.
Allan dagin langan
skal eg stákast fyri teg.

Í teim vetrartungu døgum
tá knapt hómast sund og sýn,
skal eg syngja summarið,
lyfta huga tín
til himmalhøgar hæddir,
so tú skínur sum ein sól,
gleðist sum eitt barn uppundir jól.

Og um tangin verður tómur,
skal eg kynda upp hjá tær,
keypa fagrar blómur,
minnast summarið, ið var.

Men so rekur ljósið myrkrið
út úr huga, út um gátt,
spjaðir millum menniskju
treysti, gleði og mátt.
Tá syndrast tungir tankar
og hvørva handan skarð,
skjótt gloyma vit ta trongu tíð, ið var.

Og tá tjøldur boða várið,
skal eg láta fyri tær,
at eg elski teg alt árið,
sjálvt um sólin aldrin sær.

FavoriteLoadingGoym tekstin