Vetur í nánd

Orð og lag: Klaus Brinch
Týtt: KB

Vetur í nánd,
í onnur lond
fuglur í flokki rýmir.
Urtir og trø
missa nú bløð,
veturin lívið týnir.

Heystið er her,
sigur: „Nú er
veðurlambsskurð at taka“.
Ber lítið lot,
bátin á flot,
royna í rákinum spaka.

Sólin nú brátt
missir sín mátt,
tíðliga á kvøldi skýmir.
Nátt verður køld
við stjørnufjøld.
Hundur úr túni rýmir.

FavoriteLoadingGoym tekstin