Vetur í væntu

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Vetur í væntu við doyvandi døgum.
Tímarnir detta sum leyvið av trøum.
Bóndin nú skimast í ættina,
seyðurin rennur í rættina,
– válari leitar upp hús.

Hundurin gongur og treiskast í túni.
Trøini teska við naknari krúnu:
“Hvør hevur tikið sólina,
søljuna og viólina?”
Válarin bankar uppá.

“Kom innar í stovu og lán mær tín hita,
halt um meg og sig mær tað, eg ei vil vita:
sig mær, um vinur mín elskar meg
ella um hann fór ein annan veg?
Halt um meg, nú nátt er í nánd!”

FavoriteLoadingGoym tekstin