Vetur um alla leið

Orð: Thorben Johannesen
Lag: Á myrku vetrarnátt
Viðmerking: Yrktur í 1976.

1. Vetur um alla leið,
følnaðar urtir.
Sólin av himni gleið,
dagur er stuttur.
Men sí, tá kemur inn
til oss við rósukinn
Santa Lusia, Santa Lusia.

2. Tá ljós av himni kom
til oss á foldum,
tá gjørdist ljóst í lon,
spretti úr moldum.
Tí er nú frøin stór.
“Friður!” kvað einglakór.
Santa Lusia, Santa Lusia.

FavoriteLoadingGoym tekstin