Vetur var í mínum hjarta

Victor Danielsen
Orð: Lina Sandell
Lag 1: Wolfgang Amadeus Mozart
Lag 2: Hans Hergarð Mortensen
Týtt: Victor Danielsen

1. Vetur var í mínum hjarta,
liðin summardagur var,
tagnaður var gleðisongur,
fryst og deyð hvør rósa har,
skuggarnir, teir dimmu, longdust,
náttin yvir degi vann,
sorgarinnar eiturpílur
djúpt í hjartarótum brann.

2. Nú til Gud eg vildi koma,
men tó ikki, sum eg var,
ikki armur, skuldarbundin,
ei við byrðini, eg bar;
ikki mína synd eg vildi
leggja fyri Harrans fót,
heldur mína dygd og lýdni,
mína iðran, bøn og bót.

3. Men alt djúpari varð myrkrið,
í mær, um meg, alt var nátt,
og í náttini eg hoyrdi
dómsins storm og toruslátt;
synd var alt, sum fyrr eg hevði
roknað gott og stórt og sterkt,
hjartað, sum eg gott helt vera,
bar nú deyðans ávøkst bert.

4. Men tá niðri við hans føtur
sum ein syndari eg lá,
hann ósigiliga mildur
eymt í náði á meg sá;
lívið nýtt kom í mítt hjarta,
og hann tók meg í sín favn,
gav mær frið og fyrigeving,
barnarætt og barnanavn.

FavoriteLoadingGoym tekstin