Við Ádami kom syndin her til foldar

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur um hvítusunnuna 2009.

Við Ádami kom syndin her til foldar,
og ættin øll varð aftur førd til moldar,
tá Harrin sjálvur læsti Edens grindir,
og til hvørt mansbarn bórust heimsins syndir.

Hin annar Ádam læt á fold seg føða
sum tað Guds lamb, ið okkum skuldi grøða,
í lýdni gav hann lív sítt her á foldum,
tá birtist aftur lívið undir moldum.

So sigursæl nú lýsir páskasólin,
tí vígdur vegur er til náðistólin,
har Gud í Kristi okkum øll vil náða,
so fyrigeving vit og frelsu fáa.

“Eg eri dyrnar,” so hans orð nú ljóða,
og inn um tær hann øllum enn vil bjóða,
og hvør tann, sum í trúnni tað vil gera,
hann bjargaður og frelstur víst skal verða.

Har ein og hvør kann rinda syndamøði,
hjá honum finna hvíld og sálarføði,
og tá ið her er liðin náttin langa,
skal brúður hans um perluportrið ganga.

FavoriteLoadingGoym tekstin