Við altar Ísraels

Isaac WattsVictor Danielsen
Orð: Isaac Watts
Lag: Hans G. Nägeli, Lowell Mason
Týtt: Victor Danielsen

1. Við altar Ísraels,
har djórablóðið rann,
ei samvitskan fekk hvíld og frið,
ei lív hin deyði vann.

2. Men Kristus, Lambið Guds,
eitt fullgott offur er,
hans dýra blóð ein syndara
við alla reinan ger.

3. Í trúgv eg skoða kann
ta tungu leið, hann gekk,
til hann, í mín stað bannaður,
á deyðans træi hekk.

4. Og sum eg síggi tá
ta byrði, har hann bar,
eg minnist, synd mín har varð dømd,
og eg, eg doyði har.

5. Tí gleðist eg í trúgv,
og prísa tær eg kann;
takk fyri beiska deyða tín
og blóð títt, sum har rann!

FavoriteLoadingGoym tekstin