Við altarið var eg, og Lambið eg sá

Philip Paul BlissVictor Danielsen
Orð: Amelia M. Hull
Lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Við altarið var eg, og Lambið eg sá,
brent heilt upp í øsku tað var;
og roykin hin søta eg stíga sá upp,
væl fagnaðan, Faðir, av tær!

2. Og meðan eg leit at tí lívsælu sjón,
kom niður av Himli ein rødd:
Við hesum tín syndaskuld tikin er burt,
tín sál gjøgnum ofrið er grødd.

3. Ein endi á synd tíni gjørdur er her,
tí ofrið tók dómin á seg;
við blóði hon æviga strikað er út,
ei meir hana minnast vil eg.

4. Við undran og gleði eg trúgvi tí, Gud!
Og styrk tú ta trúgv, tú mær gav,
so meiri og meir hann, sum leið fyri meg,
er alt, ið eg rósi mær av!

FavoriteLoadingGoym tekstin