Við arvasynd eg gitin var

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur á gomlu trettandu 2007.

1. Við arvasynd eg gitin var,
sum trælabarn meg móðir bar,
og lokað var mær himins grind,
tí hagar inn ei sleppur synd.
Tó Gud ei barnið vraka vil,
– og ríki hans tí hoyrir til.

2. Tí legði hann oss nýggjan veg,
hann læt í Kristi doypa meg.
O, náðigáva dýrabar!
ta stund eg endurføddur var.
Tá rætti Krist mær frælsisbræv,
tað, hann á krossi okkum gav.

3. Sum lambið, ið bar heimsins synd,
hann læt upp aftur himnagrind,
og lyfti sítt hann gav mær tá:
Eg hvønn dag tær skal vera hjá!
Tá sonarrætt hann veitti mær,
sum Guds barn arvarætt hjá sær.

4. Tann ognarrætt eg skilji ei,
hans kærleiks ríku frelsuleið.
Eg veit, tað alt av náði er,
– ein gáva, sum av øllum ber.
Tú, Halgi Andi, ver mær hjá,
at eg í trúgv tað ognast má!