Við borð títt, kæri Harri Krist

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 14. juni 2009.

Við borð títt, kæri Harri Krist,
har veitir tú mær ferðavist;
títt likam og títt dýra blóð
tað er mær sálarføðslan góð.

Har lív og sælu hvør ein fær,
ið kemur, Krist, til borðs hjá tær
í teirri trúgv, tú sjálvur her
oss syndafyrigeving ber.

Har gert tú, Krist, meg eitt við teg,
tín náðibúni fjalir meg.
Gev, Gud, tað veri lutur mín,
til tú meg tekur heim til tín.

Tøkk fyri sæla lívsins orð
og náðiríka altarborð!
Av vørrum várum lov tí fer,
at fullgjørd er tín frelsugerð!