Við bryggjuna liggur eitt ferðaskip nýtt

Orð: Jóhan Við Neyst
Lag: Olof Åhlström

1. Við bryggjuna liggur eitt ferðaskip nýtt,
so prýðiligt, vakurt tað er.
Á bryggjuni undrandi mannfjøldin blítt
mangt fagnaðarorðið fram ber,
tí hetta ótrúliga skip er so bygt,
at als einki søkka kann tað.
Og stolt dreymaskipið nú stevnir so trygt
úr havnini stillu avstað.

2. Rík ferðafólk njóta tað vakra umborð
og fyllast av undran so fró.
Tey skipinum geva mangt breggjandi orð
og gleðast um handaverk góð.
Tey drekka og eta í marglætishøll
og varnast ei deyðsvandans svørð.
Men knappliga, óvæntað koma tey øll
at sanna, at náttin er hørð.

3. Alt meðan tey sigla við fullari ferð,
ísfrásagnir ávara tá,
at ísfjøll, tey eru á leiðini her,
tó – skipið við ferð heldur á,
men tað alt í einum sítt banasár fær
av ísfjalsins bláfrystu trom
og hjálparleyst søkkur í bládýpið har
og aldri í havnina kom.

4. Á, ferðast tú, vinur, á myrkursins vág
og ert líkasælur um tað,
so brátt deyðans armur kann taka teg tá
í ævigt fortapingarstað.
Skalt tú náa fram til ta himmalsku strond,
so hoyr hesi tíðindi góð.
Fá tær ferðaseðil úr frelsarans hond,
hann skrivaður er við hans blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin