Við deyða Dr. Jakobsens

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Bernhard H. Crusell

1. Hví syrgja dreingir
við sævarflóð?
Hví tóna streingir
so tungligt ljóð?
Hví tagna tegnar
við tingsins borð,
og eingin megnar
at mæla orð?

2. Tí frætt er meinið,
ið Føroyar fekk:
Við duldum fleini
fram deyðin gekk –
á garpi góða
tað skotið beit,
vár speking fróða
í hjarta neit.

3. Tá lægst vit lógu
við tungu lund,
oss nornur góvu
á gævustund
so mentarglaðan
ein merkismann,
seg vandi frægan
til verkis hann.

4. Av eiturbrandi
hann eygndi hvest
tað ættarlandið,
hann unti best;
í trælafjøtur
var fólkið fest.
Hann reyk á føtur,
hans rødd var treyst:

5. “Er ørm og berlend
vár jørð – hon ól
tó menn sum Erlend
og mikla Pól –
so fremjið verkið
nú Føroya menn,
tann drottin sterki
oss signar enn.”

6. Í alvi unga
var eyga gløgt,
so norrøn tunga
fekk nýggja røkt;
av duldum søgum
hann dimmið dró,
og gloymdum røðum
hann gav gott ljóð.

7. Sítt land at heiðra,
so lá hans leið,
sítt lív at eira
hann leit um ei:
hann okkum unti
sín yl, sítt blóð,
og mikið munti
hans mentan góð.

8. Hans heiti kent var
um heim sum best,
og Føroyum hent var
hans frøði mest.
Nú virðist víða
og væl várt heim
og mætir týða
várt mál við gleim.

9. Væl mundi fara
vár mentan fram;
men Hel hin harða
hon herjar gramm;
og frægum seggi
vit frættu frá:
á børu leggja
teir bleika ná.

10. Oss forløg tyktu
so tíðum vond,
nú burtur rykti
hin bleika hond
so fríðar vónir,
so fríska urt;
og sælar sjónir
tær svunnu burt.

11. Hvør kann nú greiða
oss gamalt ljóð?
Hvør man nú leiða
várt mál á slóð?
Kann orð og yrki
ei alan fá,
várt virði og virki
tá versna má.

12. Tí syrgja dreingir
við sævarflóð,
tí tóna streingir
so tungt eitt ljóð,
tí tagna tegnar
við tingsins borð,
og skald ei megnar
at mæla orð.

FavoriteLoadingGoym tekstin