Við dyrnar stendur Jesus

Orð: Árni Jacobsen
Lag: Floyd W. Hawkins

1. Við dyrnar stendur Jesus,
og hann kallar enn á teg.
Tær ævigt lív hann bjóðar
bert við trúgv, við trúgv á seg.

Niðurlag: :,: „Lat upp dyrnar!“ biður hann. :,:
Hann tolin bíðað hevur eftir tær,
„Lat upp dyrnar!“ biður hann.

2. Um Satan støðugt lokkar,
og um manga ferð hann vann,
er Jesus tó til reiðar,
og á dyrnar bankar hann.

3. „Um tú hoyrir,“ sigur Jesus,
„og um hurðin opnað varð,
eg við gleði skuldi hildið
sæla kvøldmáltíð við tær!“

FavoriteLoadingGoym tekstin