Við Frelsaran kom eg ein dag á fund

Orð og lag: Lelia N. Morris
Týtt: Petur William Háberg
Upprunaheiti: ’tis marvelous and wonderful

1. Við Frelsaran kom eg ein dag á fund,
hann frið til hjarta mítt bar.
Eg segði: Áh, Harri, frá hesi stund
:,: eg lív mítt skal ogna tær! :,:

Niðurlag: Undurfult, undurfult,
dýrabart og undurfult,
hvat Harrin er míni sál,
nei, helvtin ei enn er søgd!
Áh, tað er undurfult,
tað er dýrabart og undurfult,
hvat Frelsarin er fyri mína sál.
Nei, helvtin ei enn er søgd!

2. Frá náði til náði hann leiðir meg
í kærleika dag um dag.
Alt bjartari dýrdina hómi eg
:,: á ferð til hin sæla stað. :,:

3. Og tá tað so undurfult vera kann
her honum at dvølja hjá,
hvat so, tá vit einaferð síggja hann
:,: og talu hans lýða á? :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin