Við Galilea strond

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Kári Holm Olsen

1. Við Galilea strond
gylta morgunstund
Jesus gekk og bað:
“Faðir, hvar finni eg
fúsar fiskimenn
til at virka fyri teg?”

2. Tá fekk hann eyga á tveir:
Pætur, Andrias og teir:
Jóhannes, Jákup, og har
rópti hann: “Hoyr! Fylgið mær!”

3. Teir fylgdu honum fúsir
og fóru har gørnum frá.
Teir menniskjafiskarar gjørdust tann dag
– kærleikin dreiv teir avstað!

4. Í katakombum er
loynimerki rist:
IKTUS – Jesus krist,
Guds Sonur, Frelsari!
IKTUS – loysunarorð
hinna fyrstu kristnu var.

5. “Fiskurin eyðkennið var,
frelsandi boðskapin bar.
Vunnu tey fá ella mong,
Gud gleddist um teirra fong.

6. Tey ræddust ei forfylging,
ei húðfleinging, líðing og svørð,
tí borgaraskapur og heim teirra var
í Himli, og ikki á jørð.

7. Tey fjaldu seg í hellum,
sær bygdu í bergskorum bú.
Men lat okkum spurningin spyrja í dag:
Hvat geri eg? Hvat gert tú?

FavoriteLoadingGoym tekstin