Við Golgata eg stóð ein dag

Victor Danielsen
Orð: Frank E. Graeff
Lag: Carl Harold Lowden
Týtt: Victor Danielsen

1. Við Golgata eg stóð ein dag,
mín sál var sjúk og sár;
ta skuld, ið tá mær hvíldi á,
av tváa eingi tár.

Niðurlag:
Áh, náði so undurfull,
sum ofraði seg,
kærleiki, sum á krossinum,
doyði, leið fyri meg!

2. Í sorg og angist tá eg græt,
meg hjálparleysan sá;
men við hin kross fall friðurin
mítt særda hjarta á.

3. Hin sjón so søt mær hvílu gav,
at har Guds Sonur hekk,
bar straff og pínu fyri meg
og inn í deyðan gekk.

4. Har við hitt myrka sorgarstað,
men søtt á somu tíð,
har fann eg frið og rættvísi,
har endaði mítt stríð.

FavoriteLoadingGoym tekstin