Við Gudi ferðist eg um fríðar fløtur

Orð og lag: I.B. Sergei og Austris A. Withol
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: My God and I

1. Við Gudi ferðist eg um fríðar fløtur,
sum vinir fylgjast vit um bø og ong.
:,: Við gleðirómi fyllast hesar løtur,
sum hond í hond vit ferðast fram við song’! :,:

2. Hann sigur mær frá farnu tíð og øldum,
tá ætlan hans við mær til reiðar lá,
:,: tá virkaður eg varð í jarðartjøldum,
og tá sum fostur dagsins ljós eg sá. :,:

3. Við Gudi ferðist eg, sum øldir renna,
sum hjartavinir altíð fylgjast vit.
:,: Alt svinna skal, sjálvt jørð og himmal brenna,
men Gud og eg, vit fylgjast uttan slit! :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin