Við hvørt ein song eg hoyri

Orð: Eben E. Rexford
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Jákup Olsen

1. Við hvørt ein song eg hoyri,
sum eg ei hoyrdi fyrr;
hann fer til jarðar niður
um opnu himmaldyr.
Tað er sum einglarøddir,
ið syngja gleðilag,
ótaldar tungur syngja
har runt um trónuna.

Niðurlag:
Áh, søti himmalsongur
tí ljósa landi frá,
tú fagri heimlandssongur
um dyr, sum opnar stá!

2. So eymur, hvíldarfullur,
við frið hann fyllir meg;
og tað, mítt hjarta tyngir,
sum toka fer sín veg.
Við samljóði hann fyllir
hin høga Himmalsal,
og meir enn brimið duna
tær røddir uttan tal.

3. Hitt ljóð mítt hjarta dregur
mót tí, har uppi er,
tað er sum vindur, streymur,
ið meg til heimið ber.
Og mína sál tað fyllir
við gleði og við frið,
at eg við teimum frelstu
hin song skjótt syngi við.

FavoriteLoadingGoym tekstin