Við Jerikovegin ein biddari sat

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur á tjúgunda 2010.

Við Jerikovegin ein biddari sat,
ið eisini blindur var vorðin.
Har helt hann seg sita og bidda um mat
til eitt sinn, hann burtur varð borin.

Men mannfjøld so mikil ein dag kom framvið.
Hann spurdi, hvør var í tí skara?
Tey hóttandi róptu: “Tú biddari, tig!
nú Jesus fram við tær skal fara!”

“Miskunna mær, Jesus, tó biddarin bað!”
– tann bøn mundi Jesusi náa!
“Hvat skal eg her fyri teg gera í dag?”
“Eg sjón mína aftur vil fáa.”

“Tú sjón hevur fingið! var frelsarans svar,
“og trúgv tín hon frelst teg nú hevur!”
Tann blindi, sum áður í myrkrinum var,
sá máttin, ið trúgvin oss gevur.

Hann prísaði Guði og syngjandi fór
í frelsarans fylgi so fegin.
Tá fólk hetta sóu, var frøin víst stór,
av vørrunum ljómaði gleðin.

Í dag kemur Jesus á okkara veg
og spyr, hvørja hjálp hann kann veita,
hann, sum alla synd hevur tikið á seg,
– hvat enn hon at navni man eita.

Lat upp fyri honum og sig honum alt,
ið tyngir títt sinn og títt hjarta,
tá frið hann tær gevur, og sanna tú skalt,
at horvið er myrkrið hitt svarta.

Tá náðisól hansara lýsir tær leið
til Golgata krossin at flýggja,
og Jesus, tín frelsari, svíkur teg ei
á ferð til Jerúsalem nýggja.

FavoriteLoadingGoym tekstin