Við Jesu føtur at lýða á

Orð: Rodmundur í Liða
Lag: Norskt fólkalag

1. Við Jesu føtur at lýða á
Guds orð so dýrt er, Guds Son at sjá,
at velja lutin, ið góður er,
sum ber av øllum í hesi verð.

2. Við Jesu føtur, tá tyngir sorg,
er besta, tryggasta lívd og borg,
tá sjúka, skilnaður níva svárt,
og sálin troytt er og hjartað sárt.

3. Við Jesu føtur tá fylt er ond
við tí, mær gevur Guds kærleikshond,
og bera aftur eg honum kann
tað, eg við føtur hans sá og fann.

4. Við Jesu føtur í Himli hátt,
har alt er fullkomið, sára gott,
vit níga niður, hann lovsong fær
í undran, dýrd og tilbiðjan har.

FavoriteLoadingGoym tekstin