Við Jesu hjarta frið eg fann

Victor Danielsen
Týtt: Victor Danielsen

1. Við Jesu hjarta frið eg fann,
sum verðin ei kann veita,
í sárum hans eg finna kann
ta hvíld, ið hvíld má eita;
har fyllir meg
á villum veg,
hin trygd og ró, sum eftir eg
so leingi havi leitað.

2. Til eg ta lívsins keldu fann,
eg gekk á turrum vegi,
eg eftir tómum skuggum rann
og søkti manga gleði;
men eftir lá
hin djúpa trá,
og søkja mær hjá Gudi ráð,
til tað var eingin megi.

3. Men Harri, stór er miskunn tín,
hon dró meg, blinda dára,
við náðikalli: Kom til mín!
Her bøtist sorgin sára;
kom, kenn hin mann,
sum deyðan vann,
og Gud við okkum eitur hann –
tá lætnar byrðin svára!

4. Tín lítið virdi krossur er
mær vísdómskelda blivin,
tín beiski deyði lív mær ber,
og vónloysið og ivin,
sum tærdu meg
á myrkum veg,
tey eru, nú eg kenni teg,
við alla niðurgrivin.

5. Lat, Jesus, nú og alla tíð
meg hvíla við títt hjarta,
og lær meg djúpt at skoða í
títt náðiljós hitt bjarta!
Har bøtist skjótt
mín sálarsótt,
har verður særda sinnið grøtt,
har svinnur náttin svarta.

FavoriteLoadingGoym tekstin