Eg við Jesu lívi livi

Orð: Ernst C. Homburg
Lag: Wolfgang Wessnitzer
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg við Jesu lívi livi,
deyðað hevur hann mín deyð;
fyri meg hann hevur givið
seg í størstu kvøl og neyð;
at eg frelstur skuldi verða,
vildi krossins skomm hann bera.
Tøkk og heiður túsundfalt,
Jesus, Harri, fyri alt!

2. Sakleysur tú lætst teg klaga
mær at veita trygga búð;
at meg einki skuldi skaða,
toldi háð og órætt tú;
ja, at tryggja frelsu mína,
lætst tú teg við tornum krýna.
Tøkk og heiður túsundfalt,
Jesus, Harri, fyri alt.

3. Lov og prís av sál og hjarta
fyri tað, tú, Harri, bar,
sár og sorg og myrkrið svarta,
fyri, at tú dripin varð,
fyri tíni spor, tey tungu,
fyri pínurnar, teg stungu –
tøkk og heiður túsundfalt,
Jesus, Harri, fyri alt!

FavoriteLoadingGoym tekstin