Eg við Jesus ynski tala

Orð og lag: Robert C. Clatterbuck
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Deep down in my heart

1. Eg við Jesus ynski tala
mínum stilla hjarta í,
mær í oyrað milt hann teskar:
„Eg tær fylgi alla tíð.“
Hann mín troytta anda stillar,
um mín leið enn illgongd var,
og eg veit, hvørt hjartaslagið ber meg
nærri staðnum har.

Niðurlag: Kennir tú ta dýrd, sum ljómar
djúpt í míni sál.
Hoyrir tú tann song, sum tónar
djúpt í míni sál.
Frið mær Jesus hevur givið
– ein friður, sum er uttan mál.
Og eg veit, at Jesus livir
djúpt í míni sál.

2. Um í skuggans dal eg komi,
tó á kletti standi eg,
eigi vón um morgindagin,
ei vil Jesus svíkja meg.
Hvat við mær so enn skal henda,
altíð hann hin sami er.
Áh, hin gleði yvir hann at kenna,
trygt meg uppi ber.