Við Jordans á mítt eyga sær

Orð: Samuel Stennett
Lag: Amerikanskt
Týtt: Símun Absalonsen
Upprunaheiti: I am bound for the promised land

1. Við Jordans á mítt eyga sær
við langtan Kána’ansland.
Við Jesus og tey kæru har
er knýtt eitt ævigt band.

Niðurlag: Eg stevni mót tí føgru strond.
Áh, kemur tú við mær?
Vit knýta bróðurfelagsbond,
ævig sæla bíðar har.

2. Og aldri dagur enda fær
tí sæla landi í,
og Sonur Guds er kongur har
um endaleysa tíð.

3. Ei neyð og nakað ilt kann ná
tað dýrdarríka land;
um sorg og sjúku her eg sá,
har finst ei trældómsband.

4. Skjótt standi eg á heimlandsstrond
og síggi Jesus, teg.
Títt andlit kært, ta særdu hond
í ævir skoði eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin