Við Kaspiska Havið

Orð: J.P. Gregoriussen
Lag: Vísulag (Ebbe Skammelsøn)
Viðmerking: Yrktur til fyrsta fólkafund í Føroyum, sum var á Sandi 2. hvítusunnudag 1894.

1. Við Kaspiska Havið,
á fløtunum har
fram undan Kaukasus fjøllum,
búði hann Óðin, ásahøvdingi,
vísastur maður av øllum.
Hann setti tann kvistin,
sum útrann á Norðurlanda grundum.

2. Flutti hann har úr landinum burt
við fólkinum og síni frú,
og tá ið tey komu til Sviaríkis,
í Uppsølum reistu tey bú.
Tá nørdist tann kvistur,
sum útrann á Norðurlanda grundum.

3. Dreingir har nørdust sum furan í líð,
teir kundu á leikum at renna;
enn bregður í ætt tað svenska fólkið
til snildir og listir at kenna.
So nørdist tann kvistur
og væl útrann á Norðurlanda grundum.

4. Av Óðini sjálvum og hansara ætt
er norðmannarótin útrunnin;
hon breiddi seg vestur á Føroya land,
her tógvin grein verður funnin.
Her trívist tann kvistur,
sum útrann av norrønum runni.

5. Teir ferðamenn ferðast av Noregis landi
og førdu sær vinning í havn,
teir sjógarpar søktu til oyggjarnar her,
av teimum fingu føroyingar navn.
Her festist tann kvistur,
sum útrann av norrønum runni.

6. Enn alast upp menn á hesum landi
við norðmanna blóði í árum,
so fríir teir fara í fjøll og berg
og stríðast á søltum bárum.
Enn livir tann kvistur,
sum útrann av norrønum runni.

7. Her fedrarnir stóðu, her standa vit enn,
her brúsar tað sama havið,
á sama himli tann sama sól
hvønn morgun rennur úr kavi.
Enn blómar tann kvistur,
sum útrann av norrønum runni.

8. Lýða vit Gud og lóg og rætt,
og dyrka vit vísdóms ond,
tá birtist hjá føroyingum ljósari tíð
at skína frá strond til strond.
Tá blómar tann kvistur,
her útrann av norrønum runni.

FavoriteLoadingGoym tekstin