Við krossin, har Frelsarin leið

Orð og lag: Ira Forest Stanphill
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Room at the cross for you

1. Við krossin, har Frelsarin leið,
er eitt skýli, sum svíkja skal ei.
Í tí blóði, sum rann,
sum frá synd reinsa kann,
mong sálin sær ævigu frelsuna fann.

Niðurlag: Við krossin er rúm til tín,
við krossin er rúm til tín.
Tó at mong funnu læ
við Golgata træ,
er við krossin enn rúm til tín.

2. Um mong hava funnið tað stað
og har gjørdust í sál síni glað,
ja, so bíðar hann har,
heimsins frelsari, tær,
við krossin, har syndaskuld tín goldin varð.

3. Hin frelsarahondin, hon ber,
og hans kærleiki ævigur er.
Um so sól gyllir leið,
ella myrkrið seg seig
um vegin, so svíkur tín frelsari ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin