Við krossin tín, áh, Jesus

Victor Danielsen
Orð: Elizabeth C. Clephane
Lag: Ira D. Sankey, Frederick C. Maker
Týtt: Victor Danielsen

1. Við krossin tín, áh, Jesus,
eg finni tryggan stand,
sum klettur mikil skuggar hann
eitt brent og turkað land!
Eitt Elim søtt í oyðimørk,
eitt vell á turrum veg,
í stríðinum ein hvíldarstað
við krossin finni eg.

2. Áh, tryggi, sæli skjøldur,
áh, skýli, roynt og søtt,
har rættvísi og kærleikur
hvørt øðrum hava møtt!
Tað, Jákup sá í dreyminum,
eg síggi uppfylt her:
Frá krossinum til Himmals upp
ein stigi reistur er.

3. Og hinumegin krossin,
men krossins skugga í
eg síggi eina myrka grøv,
sum gapar djúp og víð;
men breiddur út ein favnur er
á harða krossinum,
har hongur hann, sum frelsti meg
frá deyða ævigum.

4. Ja, har á krossins træi
við undran síggi eg
hann hanga, særdan, bløðandi,
sum doyði fyri meg!
Og tá við tárum hjarta mítt
má sanna undur tvey:
Eitt er, áh, Gud, tín kærleiki,
og eitt mín synd og neyð!

5. Við krossin tín, áh, Jesus,
er hvíldarstaður mín,
tann sól, ið lívgar hjarta mítt,
er eina ásjón tín!
Ei heimurin, bert, Harri, tú
ert ogn og skattur mín,
mín vanæran og skommin er,
mín heiður krossur tín!

FavoriteLoadingGoym tekstin