Við Noregs køldu strendur

Orð: Bjarni Wiberg Joensen
Lag: Vandringsmenn

1. Langt burt frá tær við Noregs køldu strendur.
Eitt sólareyga stendur fyri mær.
Eg síggi teg, hvar enn mítt eyga vendur.
Nei, onga aðra mynd mítt eyga sær.

2. Tú fløvar hjarta mítt um bert eg síggi.
Eitt lítið tekin her av tíni hond.
Tað fløvar meg, ja, eins og summarlýggi.
Um okkum skiljir bæði hav og lond.

3. Hvar enn eg fari, minnini mær fylgja,
um teg og hvørja løtu tú mær gav.
Um teg nú teskar hvør ein lítil bylgja,
um teg nú teskar hetta stóra hav.

4. Alt her á jørð kann fána burt og kølna,
men kenslur mínar liva, doyggja ei.
Fyrr skal hvør blóma doyggja út og følna.
Fyrr eg skal gloyma, ganga aðra leið.

5. So vist sum sólin enn á himli lýsir,
hin sama stjørnan enn sum áður stóð.
So vist mítt hjarta heitar kenslur hýsir.
So vist eg lata vil mítt hjartablóð.

6. Eg sendi tær nú heilsu yvir havið,
og til tey børn tú givið hevur mær.
Eg elski tykkum nú og allar ævir,
eg minnist tykkum bert mítt hjarta slær.

FavoriteLoadingGoym tekstin