Við perluportrið mær ein vinur bíðar

Orð og lag: Ira Forest Stanphill
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Inside those pearly gates

1. Við perluportrið mær ein vinur bíðar,
eg innan fyri tað skal skoða hann,
og av hans særdu hond eg skal hann kenna
ta stund, um portrið inn eg stíga man;
men borgin fríð, gullgøtan skær,
tó aldri Jesu pláss kann taka har.
Men allar ævir innan fyri portrið
skal valda hvíla søt og signað troyst.

2. Mong kær um perluportrið eru farin,
nú gleði njóta tey og sælan frið,
ei níva byrðar, freistingar og royndir,
um ævir eru tey við Jesu lið.
Ei sorg, ei suff kann náa tey,
ei hungra tey, tí har er Lívsins Breyð.
Men allar ævir innan fyri portrið
skal valda hvíla søt og signað troyst.

3. Hann krýndur verða skal, vár Harri Jesus,
tí dýrd og alla æru eigur hann,
og frelst við einglum syngja fagran lovsong,
hin hallelujasong til Frelsaran.
Hans afturkoma verður brátt,
á kvøldi, morgni ella mitt á nátt.
Men allar ævir innan fyri portrið
skal valda hvíla søt og signað troyst.