Við Reyðahavs strondina, óttandi sál

Orð: Jóan Chr. Poulsen

1. Við Reyðahavs strondina, óttandi sál,
ei bíðar tú Harranum leingi!
Ver kvirr fyri honum og skoða á mál
og óttast ei fígginda meingi!

2. Ei fjørður tær forðar til lovaðu lond,
tú firnast ei fíggindar, bíða!
Tí Harrin teg tekur í alveldis hond
og sjálvur vil fyri teg stríða.

3. Hann bjargar tær væl gjøgnum rennandi flóð
frá syndanna trælandi stríði,
tú legg tað í minni, hans miskunn er góð,
við lýdni og trúgv honum bíði!

4. Í oyðimørk foldar tær leiðin gerst greið,
um hugur til Harrans er vendur.
Ei fíggindar evna at forða tær leið,
tí hann fyri ferðini stendur.

5. Hav Harran í huga, sum verja vil teg,
lat glaðan tín takkarsong ljóma!
Og dagur av degi man stytta um veg
til himlanna Kánaan at hóma.

FavoriteLoadingGoym tekstin