Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin

Orð: James M. Gray
Lag: Daniel B. Towner
Týtt: Jákup Olsen

1. Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin,
ei slíkt kundi loyst eina trælbundna sál;
í blóðinum leiðin til lívið varð funnin,
og umskapt varð hjartað, ið hart var sum stál.

Niðurlag:
Loystur eg varð, men ei við silvur,
keypt mín sál, men ei við gull;
hann við blóði mátti gjalda,
tað var endurloysan full.

2. Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin,
mín byrði var tung, og mín skuld var so stór;
í blóðinum leiðin til lívið varð funnin
og loystur eg varð, tá til Jesus eg fór.

3. Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin,
eg óttaðist dómin, sum yvir mær lá;
í blóðinum leiðin til lívið varð funnin,
og óttin svann burt, tá til Jesus eg sá.

4. Við silvur og gull ei mín frelsa varð vunnin,
ei bústað í Himli ein keypa sær kann;
í blóðinum leiðin til lívið varð funnin,
tá Jesus leið deyðan, hann bústað mær vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin