Við songarstokkin móður

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Eyðun á Lakjuni

1. Við songarstokkin móður
eitt kvøldið settist eg,
tá lívsins harði róður
við ótta fylti meg.
Men barn og móðir lógu
– áh, yndisliga sjón –
so friðfult har og svóvu
– ein mynd, ið gav mær vón:

2. Mítt lítla barn har svevur
sín søta náttarblund,
og hvílu Gud tí gevur
í likam, sál og lund.
Fullnøktað, trygt tað hvílir,
væl vart við móður lið,
tað stilt í dreymi smílir
og nýtur fullan frið!

3. Meg henda myndin lærdi:
Eg óttast nýttist ei,
tí Harrin meg jú vardi,
hvørt stig mín fótur steig.
Sum barnið nú eg hvíli
við Harrans egnu lið,
mót framtíðini smíli
og njóti, Gud, tín frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin