Her við strendur hevur staðið

1. Her við strendur hevur staðið
kristin kirkja øld um øld.
Hoyr, enn ljóðar klokkulagið
kallandi á mannafjøld.
Harrans boð hon lýðin ber,
bjóðingin frá honum er:
Komið øll við stillum sinni,
leggið míni orð í minni.

2. Skírnarløtu faðir mildi
blídliga meg tók at sær;
meg sum barn sítt hava vildi,
veitti sínar gávur mær.
Takksamur í sál og sinn
leiti eg í kirkju inn,
mátt frá Guði her at finna,
at hitt illa eg kann vinna.

3. Síggi eg títt andlit smíla
við títt halga náðarborð.
Vil títt eyga á mær hvíla,
tá tú talar lívsins orð,
kenni eg tín sæla frið,
tí tú stendur mær við lið;
og eg minnist líðing tína,
sum galt alla misgerð mína.

4. Her í orðinum vit hoyra
tala Harrans blíðu rødd.
Stillan teskar inn í oyrað
hann á teim, ið eru mødd:
Hirðin góði eri eg,
væl í hond skal taka teg,
leiða gjøgnum dimmar dalir
heim í gyltu himnasalir.

5. Hesa løtu sameint biðja
vit av hjartans instu grund,
at tú kirkjuna vilt styðja,
kæri faðir, hvørja stund
væl við tíni veldishond;
ver við henni um øll lond.
Ger, at hon títt verk má inna,
so at sálir frelsu finna.

6. Hevjið mál og latið runga,
so tað hoyrist vítt um vøll,
syngið lovsong hvør ein tunga,
prísið Harra várum øll:
varðveitt eru sannleiksorð,
skírnarfuntur, altarborð,
enn her boðast troyst og friður,
lívsins dýri, sæli sigur.

Heini F. Petersen

FavoriteLoadingGoym tekstin