Við tína lið eg eri

Orð: David L. Clifford
Lag: Jens Guttesen
Týtt: Árni av Reyni
Upprunaheiti: My presence shall go with thee

Við tína lið eg eri,
eg hvílu veiti tær.
Mín máttur í tær veri
ein hjálp, er royndin nær.
Mín friður tíni sál ger væl,
tú náði ríka fær;
mín kærleik sjá – eg verða skal
í øllum alt hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin