Her við tínar dyr ein stendur

Orð: Jonathan Bush Atchinson
Lag: Edvin O. Excell
Týtt: Victor Danielsen

1. Her við tínar dyr ein stendur,
Lat hann inn!
Síggj hans gjøgnumstungnu hendur,
Lat hann inn!
Lívið ævigt hann tær býður,
frið til hjarta títt, sum líður,
fram til tín við náði stígur,
Lat hann inn!

2. Hann teg sælan nú kann gera,
Lat hann inn!
Frelstan gjøgnum deyðan bera,
Lat hann inn!
Hygg hans høvd, og hygg hans síða,
at hann fyri teg má líða,
eina persukerið stíga,
Lat hann inn!

3. Allar tínar syndir bar hann,
Lat hann inn!
Mangan fyrr við dyrnar var hann,
Lat hann inn!
Ei við lóg hann slær og krevur,
alt, tær tørvar, hann tær gevur;
um ei fyrr tú hoyrt hann hevur,
Lat hann inn!

4. Eina hann kann hjartað fylla,
Lat hann inn!
Eina hann kann pínu stilla,
Lat hann inn!
Og tá lívið er at enda,
treingir tú til vinin henda;
hví vilt tú tá burt tær venda?
Lat hann inn!

FavoriteLoadingGoym tekstin