Við tráan mítt hjarta minnist hin stað

Victor Danielsen
Orð: Victor Danielsen
Lag: Ole Bull

1. Við tráan mítt hjarta minnist hin stað,
langt burtur frá syndum og sorgum,
har sannleikans menn nú sita í dag
um borðið í sólljósu borgum;
har hondin er heit, og hjartað ei trongt,
og kuldin og sjálvgóðskan svunnin,
og bert fyri synd er portrið har stongt,
og kærleikans sigur er vunnin.

2. Her leikar enn stríð; bert fá eru før
at skilja, hvat Andin man tala;
her bróðir mót bróður hvessir sítt svørð
og smalkar um leiðina smala.
Tí leingist mær nú at ná í hin stað,
har alt tað, sum sannleikan kendi,
er vorðið til eitt í kærleika,
ja, Gud gævi, at har skjótt eg lendi!

FavoriteLoadingGoym tekstin