Við trónu Guds í Himlinum

Orð: Charitie Lees Bancroft
Lag: Vikki Cook
Týtt: Øssur Berghamar
Upprunaheiti: Before the throne of God above

1. Við trónu Guds í Himlinum
eitt skýli er hjá míni sál.
Ein høvuðsprest eg havi, sum
í náði tala kann mítt mál.
Mítt navn er skrivað í hans hond,
og rist í hjarta hans tað er,
Mær forða kunnu eingi bond,
tá hann meg verjir og meg ber.

2. Og tá hin óndi freistar meg,
fordømir hjarta, sál og sinn,
Eg hyggi upp, tá síggi eg
mín harra, sum vann sigurin.
Hann syndafríur sjálvur var,
men mína skuld hann tók á seg,
Nú Faðirin á Sonin sær,
í honum fjaldur eri eg.

3. Vár Frelsari nú heiður fær,
mín rættvísi er eina hann,
ei broytist hann, sum er og var
og lívið æviga mær vann.
Nú kann ei deyðin gera mein,
tí hann við blóði keypti meg.
Mín sál er frelst og tváað rein
og kann í honum gleða seg.

FavoriteLoadingGoym tekstin