Við trúgv á Kristi blóð

Orð: Zacharias Zachariassen
Lag: Jens Guttesen

1. Við trúgv á Kristi blóð
eg rættvísgjørdur varð,
og eg, sum fyrr fordømdur stóð,
nú standi Gudi nær.

2. Sum barn títt, Gud, hvønn dag
eg heilaggerist nú
við Andans hjálp og Orðsins bað
og verði eins og tú.

3. Skjótt dýrdargjørdur við
í Himli verði eg.
Eg loystur tá við tína lið
í ævir skoði teg.

4. Vit rættvísgjørd og glað,
ja, heilaggjørd og sæl,
nú prísa tær, sum skjótt ein dag
oss dýrdargera skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin