So víða á jørð, sum sól skínur á

Orð: Wilhelm A. Wexels
Lag: Heinrich von Nutzhorn
Týtt: Victor Danielsen

1. So víða á jørð, sum sól skínur á,
ei menniskjabarn er at finna,
sum Harrans náði ei veit at ná,
um tað hana fegin vil vinna.

2. So gjølla hann kennir ta djúpastu trá,
sum móti tí æviga skoðar,
hann vitjar tað hjarta, sum ei veit sær ráð,
teim falnu frá frelsu hann boðar.

3. Hans orð vekur lív í tí deyðu sál,
í andanum ljós hans upp rennur,
hann gevst ikki, fyrr enn hann nær sítt mál:
At hjartað sín Frelsara kennir.

4. Og vart tú enn fjaldur í myrkastu vrá,
og viðkennist eingin teg longur,
um bundin í syndini sál tín lá,
um sjúkur til deyðan tú gongur.

5. Ja, er enn tín synd so sum himmalin há,
er vónin og gleðin bert minnir,
er fortíð og framtíð sum náttin at sjá,
ein nátt, sum ei nakra tíð svinnur.

6. Áh, er bert í hjartans innastu grund
eitt róp enn um frelsu at vinna,
so skal tó koma hin glaða stund,
tá Gud tú skalt kenna og finna!

7. Og finnur tú hann, so finnur tú alt,
sum hjarta títt eftir kann tráa,
tá lívið hjá honum tú eiga skalt,
tað lív, ið ei enda skal fáa.

FavoriteLoadingGoym tekstin