Víða um lond – í synd og myrkri staddar

Orð og lag: James McGranahan
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Go ye into all the world

1. Víða um lond – í synd og myrkri staddar –
ótaldar sálir eru – farast brátt;
hvør søkja vil upp hesar sálir ræddar,
bera teim Jesus, nú tað ber mót nátt?

Niðurlag: „Alt vald í Himli og á jørð,
alt vald, alt vald mær givið er,
berið øllum heiminum hin glaða boðskap,
eg við tykkum altíð eri!“

2. Lítið íkring, nú opnar dyrnar standa,
haldið avstað, tit hermenn Krists, við skund,
vaknið til dáð í sátt og einum Anda,
berið teim Jesus, enn er náðistund.

3. Kom skjótt tann stund, tá hoyrist sigursljóðið,
og fólk av øllum tjóðum dýrd tær ber!
„Vunnin og keypt við tínum dýra blóði,
loyst, halleluja, Kristus kongur er.“