So víða um lond, sum sólin hon sær

Orð: W.A. Wexels
Týtt: Jákup Dahl

1. So víða um lond, sum sólin hon sær,
er mannasál eingin at finna,
sum Harrans náði ei kemur nær,
um hjartað hann fegið vil vinna.

2. Hann sær hvønn longsil í sálargrund,
sum at hinum æviga stendur;
hann hoyrir hvørt suff, sum á náttarstund
av foldum til himna sær vendir.

3. Hann ljós sítt birtir á villari leið,
fyri andanum stjørna hans rennur,
hon lýsir og veittrar og steðgar ei,
fyrr hjartað sín frelsara kennir.

4. Og ert tú enn fjaldur í myrkastu vrá,
og kennir teg eingin á foldum,
og sorgarbundin, so ei sigst harfrá,
tú ynskir teg langt undir moldum!

5. Ja, rúgvar so synd tín sum fjøll upp í skýggj,
so sortnar alt tær fyri eyga,
og er hvørt minni tær tungt sum blýggj,
so tú ert útmøddur til deyða.

6. Men tráar at sannleiks Guði tín lund,
og kallar tú av tínum inna,
hans náði teg leiðir á Harrans fund,
tú frelsara tín tá skal finna!

7. Og finnur tú hann, tá finnur tú alt,
sum hjartað um ævir man tráa,
tá gerst tær lívstreystið sterkt og balt,
og einki tað burtur skal máa!

FavoriteLoadingGoym tekstin