Viðoy

Christian Matras
Orð: Christian Matras
Lag: Dan J. Højgaard

1. Sigl, oyggj, fram úr mjørka,
nú ert tú eitt skip
og tindarnir siglutrø,
tú stevnir í veldiga heimin út
við høgum og fjallarøð.

2. Nú brýtur frá stevni við Enniberg,
og við Nánestanga er hvítt.
Enn liggur tú fremst í skipaheri,
har streymurin rennur strítt.

3. Og líta vit upp at mastratræ,
har lýsir við tind og røð.
Nú tekur at lætta við helluna
og um brekkur og fjálggrønan bø.

4. Og fuglaringar um stavn og bógv
teir lívga upp urð og skor.
Og fólk og fæ og spógvamál
er hin dýri famur um borð.

FavoriteLoadingGoym tekstin