Vikuskifti

Orð og lag: Martin Joensen

Vikuskifti,
ver vælkomið,
leygarkvøld!
Sólin svevur,
vinir, náttin er klár!

Ljós og bilar,
rokk og rópan,
halt mær fast!
Ansið eftir,
vinir, náttin er hørð!

Býurin er svangur,
hann vil hava teg, vil eta teg,
men sissast, vit eru her!
Býurin er tystur,
hann vil drekka teg, vil svølgja teg,
men sissast, vit verja teg!

Sveittin spríkir,
hjartað trampar,
leið meg út!
Áh, so svalligt,
vinir, náttin er góð!

Gloym í morgin,
gev mær lívið
her og nú!
Ljósið blendar,
vinir, náttin er bjørt!

FavoriteLoadingGoym tekstin