Eg vil syngja um Guds góðsku

Orð og lag: Elsa Eklund
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Eg vil syngja um Guds góðsku,
um hitt blóð, sum reinsa kann,
ja, um Jesus vil eg syngja,
eg hjá honum náði fann.

Niðurlag:
Gjøgnum blóðið, gjøgnum blóðið,
skuldarfríur gjøgnum tað.
Halleluja, fulla syndabót hann veitti
tær og mær á krossins træ.

2. Tá ið krossins ljós mær lýsti,
har eg hjálparleysur stóð,
fekk eg kærleik Guds at síggja
gjøgnum Jesu dýra blóð.

3. Takk, mín tornakrýndi kongur,
fyri frelsuna í tær.
Takk, at mína synd tú bøtti,
takk, at faðireygað sær.

4. Tú, sum uttan Jesus gongur,
hann teg hitta vil í dag,
fegin tína sál hann frelsir,
fríar út á hesum stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin