Eg vil syngja um mín Harra

Orð: Frances H. Rowley
Lag: William J. Kirkpatrick, Peter P. Bilhorn
Týtt: Victor Danielsen

1. Eg vil syngja um mín Harra,
hann, sum gav seg fyri meg,
sum frá síni dýrd í Himli
her til krossin boygdi seg.

Niðurlag:
Ja, eg syngja vil um Jesus,
tí hann doyði fyri meg!
Fyri meg úr synd at frelsa
hann á krossinum gav seg.

2. Eg fortaptur var, hann fann meg,
fann tann seyð, sum vilstur var,
til sítt bróst hann eymt meg legði,
frið í hjartað gav hann mær.

3. Eg var særdur, hann meg grøddi,
og av synd mín sál var mødd,
eg var blindur, eg var ræddur,
frið mær gav hans milda rødd.

4. Og um myrkar stundir koma,
og um sorgir tyngja meg,
Jesus fylgir mær tó altíð,
leiðir meg ein tryggan veg.

5. Hann skal halda mær til endan,
til eg fari foldum frá;
heimið har í høga Himli
skal eg tryggur, sælur ná.

FavoriteLoadingGoym tekstin