Eg vil takka tær, mín Gud, millum fólkasløg á foldum

Øssur Berghamar
Orð og lag: Brent Chambers
Týtt: Øssur Berghamar

Eg vil takka tær, mín Gud,
millum fólkasløg á foldum,
eg vil gera navn títt stórt ímillum manna.
Tí at stór er náði tín,
ja, hon røkkur heilt til Himmals,
og tín trúfesti til skýggini hátt hevjað er.

Niðurlag 1: :,: Høgt tú lyftur ert upp
um allar himlar.
Tína dýrd lýsa lat um allan heim. :,:

Niðurlag 2: Høgt tú lyftur ert upp
um allar himlar.
Tína dýrd, áh, Gud,
tína dýrd, áh, Gud,
tína dýrd lýsa lat um allan heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin